Vit skulu vera stolt av ungdóminum í Føroyum
Allarflestu ungdómarnir skikka sær fyrimyndarliga væl
Tað heldur Mariann reinert, sum er *SSP politistur í Føroyum og hevur børn og ung sum sítt serøki hjá løgregluni í Føroyum.
Fyri stuttum hevði Løgtingið aðalorðaskifti um, hvussu okkara rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur skal vera framyvir, men Mariann heldur, at um alt orðaskifti skal snúgva seg um tey heilt fáu, sum elva til trupulleikar, er tað spell. Hennara sannføring er, at vegurin fram er upplýsing og fyribyrging, skrivar in.fo.
Einki alkohol áðrenn børnini eru 18
3. oktobur vóru Óli Rubeksen, *SSP-ráðgevi, og Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, í kringvarpssendingini “Góðan morgun Føroyar” og tosaðu um tannáringar og alkoholnýtslu.
Ein kanning, sum júst er almannakunngjørd í Danmark, vísir, at bara ein triðingur av foreldrum, sum eiga 16-20 ára ungdóm, hevur eina greiða avtalu við børnini um alkohol og veitslur, skrivar kvf.fo.
– Sum útgangsstøði eru vit í SSP av tí fatan, at vit skulu halda okkum til reglurnar, sum siga, at mann drekkur ikki, fyrr enn mann er 18 ár. Vit halda ikki, at mann sum foreldur skal hava nakra avtalu við barnið um alkohol, tí er ein avtala, er tað tað sama sum at mann góðtekur at barnið drekkur, sigur Óli Rubeksen.
Óneyðugt at brúka lógina til uppaling
Ruth Vang, løgtingslimur fyri Framsókn, heldur tað vera óneyðugt at brúka lógina, fyri at fáa fólk at uppføra seg ordiligt og taka ábyrgd av sær sjálvum, skrivar in.fo.
Kortini heldur Ruth, at nakrar avmarkingar eiga at vera. Eitt nú skal 18 ára keypsaldursmarkið haldast strangt. Hon heldur eisini, at tað var rætt at lækka promillumarkið hjá bilførarum niður í 0,2 promillu frá 0,5. Tað eru eini boð til bilførarar um, at koyring og rúsdrekka hoyra ikki saman, heldur hon.
Kikarin skal vendast móti foreldrunum
Mariann Reinert heldur somuleiðis, at kikarin skal vendast ímóti foreldrunum, tí endamálið skal vera at styrkja sambandið ímillum foreldur og børn, at fáa foreldur at gera avtalur við børnini um, hvat er loyvt og ikki, og eisini at fáa foreldrini at hava felags reglur fyri tey ungu. Hon ásannar kortini, at tá ið blaðung fólk ganga úti um næturnar, er tað tí at foreldrini onkusvegna ikki klára at hava neyðugu ávbyrgd av børnunum. Men vit skulu vera varin at lasta tey børnini fyri nakað, tí mangan liggur okkurt aftanfyri atburðin hjá hesum, skrivar in.fo.
Hjá teimum, sum tó koma illa fyri, er trupulleikin stórur, og sjálvandi skulu tey hjálpast. Men tann hjálpin er ikki treytað av einum útigongubanni, sum var lagt fram fyri løgtingið (sí BK-grein). Mariann sigur, at vit hava vælvirkandi barnaverdir, sum øll kunnu venda sær til at boða frá, tá ið tey varnast, at børn og ung hava trupulleikar.
– Vit hava øll skyldu at boða frá, tá ið vit varnast, at børn og ung ikki hava tað gott, ella vera forsømd. Og eru tað børn og ung, sum ganga úti um næturnar, er tað tí, at vit onnur ikki halda okkara fráboðanarskyldu, og tað eiga vit at gera, sigur Mariann Reinert.
Mariann Reinert ásannar samstundis, at tað er ongin ivi um, at íslendingar hava gjørt okkurt rætt (les meir um íslendingar). Men tað hava vit í Føroyum sanniliga eisini gjørt, og vit eiga at vera stolt av okkara ungu, sigur hon.
*SSP er eitt samstarv ímillum skúla, sosialar myndugleikar og løgregluna, við tí endamáli at halda ungfólk burtur frá kriminaliteti.
in.fo: Vit skulu vera stolt av teimum ungu í Føroyum
kvf.fo/gmf: Einki alkohol áðrenn børnini eru 18