Ein hjartans tøkk

Í kvøld var stóra stuðulssendingin hjá Bláa Krossi Føroya send beinleiðis í Kringvarpi Føroya – ein sending, ið vit hava arbeitt uppá í langa tíð. Vit hava glett okkum til at vísa Føroya fólki á tey tilboð og fjølbroytta arbeiði, ið Blái Krossur Føroya hevur kring landið.

Vit vilja so inniliga takka øllum føroyingum, ið hava stuðla okkum til hesa landsinnsavnanina – og sum heild allari vælvild, vit møta. Eisini fer ein hjartans tøkk til tær 250 fyritøkurnar, feløgini, kommunurnar og stovnarnar, ið stuðlaðu landsinnsavnanini. Við at stuðla, hava tit lyft hetta týdningarmikla arbeiðið saman við okkum. Hjartans tøkk skulu tit hava.

Her sært tú samlaðu upphæddina, ið kom inn – og hvørjar fyritøkur, feløg, kommunur og stovnar stuðlaðu.

Til síðst ynskja vit at takka øllum, sum á ymiskan hátt hava gjørt hesa sendingina møguliga. Á myndini omanfyri síggjast nøkur av teimum, ið hava verið við. Afturat hesum hava nógv onnur verið virkin bæði áðrenn, undir og nú aftaná sendingina.

Enn er møguleiki, at geva eina gávu

Um tú ynskir at stuðla, ber enn til, at stuðla fyribyrgjandi arbeiðinum hjá Blái Krossi Føroya ger ímillum børn, ung og familjur í Føroyum. Hetta kanst tú gera við, at fara inná leinkjuna niðanfyri: