Blái Krossur fyrireikar seg til vikuskiftið

Vikuskiftið nærkast í stórum og somuleiðis við festivalinum ‘Við Múrin’. Á festivalinum vera sjálvboðin, sum koma at halda eyguni við teimum illa støddu og hjálpa til har tey kunnu.

Majbritt Olsen, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi Føroya, er samskipari fyri hesum tiltaki, og arbeiðir nú fyri at fáa tað praktiska upp á pláss. Aftrat sær hevur Majbritt Jóhan Hansen, formann í Bláa Krossi Ungdóms, og Sjúrð Steinhólm, nevndarlim í Bláa Krossi Ungdóms, sum hava hjálpt við at finna hjálparfólk og við nógvum praktiskum.

 

Nøkur hava meldað seg til

Majbritt gleðist um tey, sum hava bjóðað seg fram at hjálpa: “Vit hava fingið níggju sjálbodnar hjálparar. Tað er ikki so nógv, men tað er deiligt allíkavæl”. Hetta eru færri, enn tey hava verið fyrr, og tað avmarkar, fyri hvussu nógv tey kunnu gera, men tað steðgar teimum ikki at vera til ta hjálp, tey megna. Við teirra lið vera eisini nøkur frá bjargingartænastuni stødd.

Hevur tú hug at hjálpa, so er enn tíð at melda teg til.
Sí meira um hjálpararbeiðið her.

 

Her vera vit á festivalinum

Teltið hjá Bláa Krossi verður við fyrstuhjálparteknið niðarlaga til høgru á myndini niðanfyri. (Trýst á myndina fyri at síggja betur)

 

Vid Murin Kort

Myndin er frá heimasíðuni hjá ‘Við Múrin‘.