Sjálvboðin hjálp á festivalunum
Sjálvboðin til ‘Við Múrin’ og ‘Summarfestivalin’
Í ár er aftur møguleiki fyri at bjóða seg fram sum sjálvboðin á festivalunum ‘Við Múrin’ og ‘Summarfestivalurin.’ Um hetta vekir tín áhuga, ert tú meiri enn vælkomin at hjálpa.
Endamál
Endamálið við vaktunum er at veita umsorgan og hjálp til fólk, ið eru so mikið ávirkað av rúsi, at teimum tørvar eina hjápandi hond. Talan kann vera um at tosa við fólk, koyra tey heim, fáa onkran at heinta tey, geva teimum eitt skýli í nakrar tímar, møguliga bjóða okkurt fløvandi at drekka, hava eyguni við avdotnum fólki og annars vera har fyri tey, ið hava tørv á hjálp.
Nærri kunning
‘Við Múrin’ er 2.-5. juli og ‘Summarfestivalurin’ er 7.-9. august.
Treytirnar eru, at tú ert 18 ár ella eldri og kanst vera á vakt í 12 tímar tilsamans.
Um tú hevur hug at taka 1-2 vaktir, so halt teg ikki aftur at melda teg til:
Teldupostur: majbritt@blakross.fo
Sms: 770708
Facebookboð: https://www.facebook.com/blakrossungdomur?fref=nf
Kelda: https://www.facebook.com/blakrossungdomur?fref=ts