Bingjan á ólavsøku

Sera nógv fólk hava verið á vitjan.

Kl.15.00-19.00 seldu vit ballónir, men allar 400-500 vóru longu seldar kl.18.00. Nú verður gjørt klárt til í morgin.

 

 

 

Annars hava sera nógv verið framvið.

Ókeypis drekkamuður hevur verið síðani kl. 16.00 og verður til kl. 4.00, og ókeypis suppa er kl. 19.00 og so leingi nakað er eftir (áleið um kl.23-23.30). Opið verður somu tíð í morgin (ólavsøkudag).

 

 

 

 

 

Vit samstarva við Livandi trúgv, ið er eitt tvørkirkjuligt samstarv ímillum øll samkomu-ungdómsarbeiðini í Havnaøkinum. Tey hava sett eitt stórt telt upp við bingjuna, ið er flott pyntað. Kjølbro hevur stuðlað við allari suppuni.

 

 

 

 

Bingjan verður opin 28. og 29. juli kl.16.00-03.00 á parkeringsplássinum hjá Mariu Poulsen.

 

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til rúsfría hugnan í bingjuni.

 

Orð, myndir og filmar: Lív Justinussen, samskipari av tiltakinum “Liv Lívið”

 

Les meir um byngjuna: 700 vitjaðu bingjuna á G!