700 fólk vitjaðu bingjuna á G!

Bingjan hjá Bláa Krossi opnaði mikudagin 12. juli, samstundis sum teltplássið. Opið var kl.16.00-03.00 og tað gekk fantastiska væl.

– Vit høvdu nógv fleiri vitjandi enn væntað. Síðsta ár mettu vit, at eini 300 fólk vóru framvið, meðan í ár meta vit, at eini 700 fólk hava verið í bingjuni og stemningurin var avbera góður, sigur Lív Justinussen, samskipari fyri átakinum.

 

 

1200 kaffikoppar

Í bingjuni varð alt bjóðað ókeypis. Effo í Leirvík stuðlaði við kaffi og te, Miðberg stuðlaði við køkum og Kirvi stuðlaði við vatni. 1200 kaffikoppar og 4 stórir dunkar av vatni fóru hesar 4 dagarnar, bingjan var opin.

 

 

Tatoveringar

Vitjandi høvdu eisini møguleika at ogna sær falska tatovering av eyðkennismerkinum Liv Lívið, og hesar vóru sera væl umtóktar:

– Tað er ikki langt frá, tá eg sigi, at øll á teltplássinum fingu eina tattoovering, sigur Lív Justinussen.

 

 

Turr og heit klæðir

Í bingjuni høvdu tey heit klæðir til tey, ið komu illa fyri. Serliga vóru fólk køld fríggjakvøldið, tá tað fór at regna illa.

– Tá góvu vit nógvar jakkar og hettutroyggjur vekk, ið vit fingu frá Blákrossbúðunum. Tað er ein fantastiskur møguleiki at kunna geva klæðir á hendan hátt og fólk blíva so glað og trúgva als ikki uppá, at tað kann vera ókeypis, sigur Lív.

 

 

Fyrstuhjálparskeið

Áðrenn G! byrjaði, fingu fleiri av hjálparfólkunum fyrstuhjálparskeið og ætlanin er, at fáa eitt víðkað skeið áðrenn ólavsøkuna.

– Tíbetur fingu vit ikki brúk fyri fyrstuhjálparskeiðnum á G!, men vit eru klár um tað skal vera, sigur Lív.

Eisini er ein hjartastartari í bingjuni.

 

 

Við á ólavsøku

Í samstarvi við ungdómsarbeiði í Havn verður bingjan við á ólavsøku, og tey vænta nógv á vitjan.

Ballónirnar hjá “Øll hava rætt til góð barnaár” vera seldar kl.16.00-19.00 (28. og 29. juli) og eftir ætlan verður eisini okkurt annað til familjuna hesa løtuna.

Eftir kl.19.00 verður suppa og drekkamunnur at fáa.

 

 

Bingjan verður opin 28. og 29. juli kl.16.00-03.00 á parkeringsplássinum hjá Mariu Poulsen.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til rúsfría hugnan í bingjuni.

 

 

Herundir eru tvey filmsbrot frá bingjuni á G!

 

 

Myndir og filmar frá Lív Justinussen, samskipara fyri átakinum.