Ítróttur og alkohol hoyra ikki saman
Átakið bigalcohol.exposed koyrir nú víðari í arbeiðinum við at verja børn og ung ímóti alkohollýsingum, har teirra gerandisdagur er.
Síðst vóru boðini sólarklár, at hóast tað tíggjunda hvørt sekund doyr eitt menniskja av alkoholi, verða børn og ung útsett fyri einari rúgvu av alkohollýsingum í gerandisdegnum, sum eggja til alkoholnýtslu.
Eingin tekur ábyrgdina og heldur alkoholvinnuna til svars fyri at fremja sjúku og deyða. (Les greinina her)
Ítróttur og alkohol hoyra ikki saman
Í dag er einans eitt lið eftir í bestu ensku fótbóltsdeildini, Premiere League, sum enn hevur alkoholvørumerki á fótbóltstroyggjuni; og tað er Everton FC við tailendsktgrundaða og fleirtjóða ølfyritøkuni Chang. Chang og Everton FC hava eina langtíðar sponsoravtalu, sum tó skal samráðast av nýggjum í summar.
Í hesum sambandi er ætlanin at samla nóg mikið av peningi inn, so at merkið á lokalu hárskerastovuni The Barber Club heldur kemur at prýða Evertonblusurnar.
Sí 4 minuts film um hárskerastovuna og átakið ovast í greinini.
Um tú ynskir at stuðla átakinum, kanst tú gera tað her.
Ítróttur er nakað, sum børn og ung ganga høgt upp í, og er eitt eyðkent stað at fáa fyrimyndir; og har hoyra rúsdrekkalýsingar ikki heima. Hetta er tí ein áheitan til politikkarar, mynduleikar og onnur, ið gera lógir og hava ávirkan, fyri at verja børnini.
(myndirnar eru tilvildarligar av netinum)
Fylg við átakinum her:
Heimasíða: bigalcohol.exposed
Facebook: Bigalcoholexposed
Twitter: BigAexposed #BigAlcoholExposed