Tíggjunda hvørt sekund doyr eitt menniskja av alkoholi
Samstundis verða børn og ung runt um í heiminum útsett fyri eina rúgvu av alkohollýsingum, sum eggja til alkoholnýtslu. Tó er tað eingin, sum heldur alkoholvinnuna til svars fyri at fremja sjúku og deyða.
Í Altjóða Bláa Krossi (International Federation of the Blue Cross, IFBC) síggja vit ein heim, har øll kunnu velja eitt lív uttan bundni. IFBC heitir á øll samfeløg at gera sítt til at arbeiða ímóti øllum skaðum, sum standast av alkoholi.
Sjálvt tey bestu viðgerðarstøðini kunnu ikki eydnast, uttan so at vit byggja ein heim, har vit verja um góðu heilsuna og samstundis forða spjaðingina av sjúkum.
Tað er altjóða IOGT (International Organisation of Good Templars, fráhaldsfelagsskapur), ið stendur á odda fyri átakinum #BigAlcoholExposed, ið ynskir at varpa ljós á støðuna, og at fáa politikkarar og alkoholvinnuna at gera nakað við støðuna. Altjóða Blái Krossur er við í átakinum saman við 20 øðrum altjóða felagsskapum.
– “Eg ynski ikki, at okkara børn og ungu ótilvitað verða manipulerað av lýsingum, sum eggja til alkoholnýtslu. Ein av vælroyndu mátunum at skerja skaðan av alkoholi, er at syrgja fyri, at alkohol ikki er ov bíligt, og at tað eru avmarkingar við skatti, sølu og marknaðarføring. Handilsavmarking er týdningarmikil partur av góðum alkoholpolitikki. Hetta er ein alheimsbardagi og saman megna vit góð úrslit”, sigur Anne Babb, aðalskrivari hjá altjóða Bláa Krossi.
Alkoholvinnan hevur við tíðini upparbeitt ein heimsumfatandi máta at arbeiða uppá, nevnliga við at vera ágangandi og máa burturav fakta og væl eftirkannaðum próvgrundum, sum politikarar hava hildið seg til, og sum annars hava tað fyri eyga, at verja fólk ímóti alkoholskaðum.
Big Alcohol heldur tað er beinleiðis skeivt, at alkoholvinnan so ágangandi fer eftir børnum og ungum, har teir gera alt fyri at verja og økja um sín egna vinning, óansæð fylgjurnar fyri menniskju, familjur, nærsamfelagið og alheimssamfelagið.
Vit hava tørv á tínum stuðli! Ver við í átakinum #BigAlcoholExposed á Twitter og lær meira um, hvussu tú kanst blíva ein partur av www.bigalcohol.exposed.
Kelda: ifbc.info