354 hava valt eitt #RúsfríttSummar. Ert tú við?

#RúsfríttSummar er eitt online átak, sum bjóðar ungdóminum av at royna eitt rúsfrítt summar, ið hevur til endamáls at broyta hugburðin hjá ungdómi við rúsdrekka og -evnum.

Rúsevni eru ein vaksandi trupulleiki millum ungdómin í Føroyum, og fleiri kenna trýst at smakka sær á rúsdrekka. Eisini siga fleiri seg hava tað trupult við at hava tað stuttligt, um tey ikki eru rúsaði. Av teimum, sum velja at siga nei, uppliva fleiri, at tey mugu hava eina orsøk fyri og geva frágreiðing um, hví tey velja ikki at drekka.

Boðskapurin við átakinum er greiður – tað er ok at siga nei.

 

Vilt tú vera við at hava eitt rúsfrítt summar, so melda teg endiliga til á livlivid.fo.

 

Við at vera við, ert tú samstundis við í kappingini, um at vinna spennandi vinningar: Vel eitt #RúsfríttSummar og vinn

 

Broyt vangamyndina á Facebook fyri at stuðla: Broyt vangamyndina

Les meira um tiltakið: Royn eitt #RúsfríttSummar