Nógvar barnakonur drekka rúsdrekka

Alkohol hevur ongantíð verið viðmælt fyri kvinnur, ið bera barn í móðurlívi. Tó so vísa nýggj hagtøl, at fleiri velja at síggja burtur frá hesum.

Ímillum 20-80 % av kvinnunum í Bretlandi, Avstralia og Ný Sælandi drekka rúsdrekka, meðan tær eru við barn. Hetta vísir ein kanning, sum BMJ Open hevur lagt út.

Tað Bretska Læknafrøðiligafelagið (British Medical Association) hevur áður ávarað ímóti, at tað ikki er eitt trygt rúsdrekkamark, tá ein er við barn, men viðmælir heldur, at kvinnurnar halda sær fult og heilt frá rúsdrekka hesa tíðina.

Læknar vísa enntá á, at áleið 7.000 børn um árið føðast við tvørleikum í Bretlandi, vegna at mamman drakk rúsdrekka, meðan hon var við barn. Hví so nógvar kvinnur velja at síggja burtur frá hesum, er undrunarvert.

 

Les meiri um rúsdrekka í viðgongutíðini her.

 

Les alla greinina her: Yahoo! Lifestyle. UK & Ireland

Les um kanningina her: BMJ Open
Les um rúsdrekka í viðgongutíð her: NHS choices. Your health, your choices