Vit skulu vera foreldur, ikki vinir
Tað hevur ongantíð verið nakað dilemma, at keypa rúsdrekka til tannáring fyri meg. Tað kom ikki uppá tal!
– Man skal ikki anstranga seg at vera vinur við børnini. Man skal vera vegleiðari og foreldur. Og tá er man onkutíð órættvísur og ov strangur, halda tey, og so eru tey ikki blíð eina góða løtu, men tey verða góð aftur. Tað má man eisini geva teimum loyvi til og virða. Tey eru ikki bíttari enn tey vaksnu. Tey síggja bara ikki um hornini, um man kann siga tað so, vegna manglandi lívsroyndir og unga aldur. Og man ballast ikki við børnunum. Tað ger man bara ikki. Nær hevur tað hjálpt nøkrum, at læra tey at drekka!?
Eg var allarhelst í so árvakin, men eg haldi ikki, hon hevur tikið nakran skaða av tí. Hevur eitt gott netverk og læran sum sjúkrasystir er komin í helvt.
Nú nøkur ár eftir tannáringaaldurin eru vit eisini vinir, og virðingin gongur báðar vegir. Tað má tað so í øllum førum, haldi eg. Sama jabbi upp í saman tímir ongin at hoyra uppá. Tað er bara troyttandi. Onkutíð skal man handla.
Eg veit eisini, tað eru tilfeldi, hvar ið hesi stakkals foreldur royna alt uttan úrslit, hóast tingini fungeraðu. Summi menniskju makta ikki lívið. Tey eru bara fødd so. Men tað taki eg ikki upp her, tað latið eg upp til tey, ið hava skil fyri tí.
Lesarabræv eftir Onnu Elisabeth Hansdóttir í Kálvalíð
Kelda: kvinna.fo