Vit mangla sjálvboðin í búðini í Havn

Ver við at stuðla arbeiðinum hjá Bláa Krossi Føroya við at gerast sjálvboðin í Blákrosshandlunum kring landið. Í løtuni mangla vit serliga sjálvboðin fólk fríggjadagar í Blákrossbúðini í Tórshavn.

Alt arbeiðið hjá blákrossbúðunum verður gjørt av sjálvbodnum arbeiðsfólki, sum, í toymum, trúliga møta til arbeiðis. Saman eru tey virkin og hugbundin fyri eini felagssak, og vilja geva sína tíð og orku til hetta arbeiðið. Ert tú ein, sum ynskir at vera við í okkara týdningarmikla arbeiðið, sum stuðlar undir alt Blákrossarbeiðið í Føroyum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 770700. Um tú ert áhugaður at arbeiði í blákrossbúðini í Havn, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis Maritu Christiansen á telefon 508514

Blái Krossur Føroya hevur 6 Blákrossbúðir/Endurnýtslur kring landið og selur endurnýtt klæðir og møblar til ein góðan prís. Allar inntøkur vera nýttar til arbeiðið hjá Bláa Krossi, m.a. at hjálpa børnum og familjum, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsdrekka/rúsevnir fylla ella hava fylt ov nógv í familjuni.