Stuðla Gerst limur
770 700

Blákrosshandlarnir

Tá tú keypir í okkara handlum hjálpir tú børnum, ungum og familjum í Føroyum

Blái Krossur Føroya hevur sjey handlar, har tað er møguligt at keypa klæðir, møblar, leikur og alskyns smálutir í endurnýtslu. Okkara arbeiðskraft í handlunum er sjálvboðin, og yvirskotið frá handlunum fer serliga til fyribyrgjandi arbeiðið Blái Krossur, ger ímillum børn, ung og familjur, umframt annað umsorganarvirksemi hjá Bláa Krossi.

Endurnýtsluhandlar um alt landið

Á kortinum niðanfyri sæst, hvar handlarnir hjá okkum eru. Við at trýsta á merkið á handlinum, sært tú upp- og afturlatingartíðir, staðseting, og hvussu tú fært samband við handilin.

Blákrossbúðin og Endurnýtslan í Saltangará

Heiðavegur 23
Fo-600 Saltangará
+298 770 710 – Blákrossbúðin
+298 770 720 – Endurnýtslan

Mán-frí: 10.00 – 17.30
Leyg: 10.00 – 14.00

Facebook síðan hjá Blákrossbúðini
Facebook síðan hjá Endurnýtsluni

Endurnýtslan í Sandavági

Giljavegur 40
Fo-360 Sandavági
+298 770 765

Mán-frí: 13.00 – 17.30
Leyg: 10.00 – 14.00

Facebook síðan

Endurnýtslan í Tórshavn

Niels Finsensgøta 20
Fo-100 Tórshavn
+298 770 750

Mán-frí: 10.00 – 17.30
Leyg: 10.00 – 14.00

Facebook síðan

Blákrossbúðin í Klaksvík

Klaksvíksvegur 65
Fo-700 Klaksvík
+298 217 108

Mán – Frí: 13:00 – 17.30.
Leyg: 10:00 – 14:00

Facebook síðan

Blákrossbúðin í Miðvági

Jatnavegur 39
Fo-370 Miðvági
+298 770 760

Mán – frí: 13.00 – 17.30
Leyg: 10.00 – 14.00

Facebook síðan

Blákrossbúðin á Tvøroyri

Valarabrekka 2
Fo-800 Tvøroyri
Messenger

Mán – frí: 13.00 – 17.30
Leyg: 10.00 – 14.00

Facebook síðan

Rudda út í tínum heimi og gev tíni klæðir og lutir til endurnýtslu!

Vit taka ímóti klæðum, skóm, seingjarklæðum, toystykkjum, møblum, leikum, elektriskum tólum og øðrum húsarhaldslutum.

Lat klæðir til endurnýtslu

Hugskot til nýnýtslu av klæðum

Hugskot til nýnýtslu av lutum

Lat møblar og lutir til endurnýtslu

Endurnýtsla er betri fyri náttúruna – og sparir tær pengar

10.000 litrar
av vatni verða nýttir til at gera eitt par av cowboybuksum. Hetta svarar til tað sama sum 90 brúsubað.
30.000 krónur
kanst tú spara við at keypa lutir og klæðir til nýføðingin í endurnýtsluhandlum
20-200 ár
er tíðin tað tekur hjá syntetiskum klæðum at verða niðurbrotin á tyrvingarplássum
250 kg
minni CO2 útlát um árið er fyri hvønn persón, sum keypir í endurnýtt klæði heldur enn nýggj. Tað minkar títt vatn-, skrell- og kolevnis-fótafet við heili 80%.

Góðar grundir til at keypa klæðir og møblar í endurnýtslu

Finn tín serstaka stíl

At keypa klæðir og møblar í endurnýtslu hevur nógvar fyrimunir í mun til at keypa nýtt. Endurnýtsla gevur tær møguleikan at skapa tín heilt egna og serstaka stíl, ið passar til tína persónligheit. Í mun til nýggjar vørur, ið eru hópframleiddar og vera seldar runt landið, so er tað tú keypir í endurnýtslu ofta one-of-a-kind. Hetta gevur tær møguleikan at standa burturúr í mongdini í einum heilt serstøkum klædnasetti, og tín persónligheit lýsur ígjøgnum í tínum heimi.

Og so er tað sjálvandi altíð møguligt, at blanda endurnýtslu við nýggja vøru og seta títt merki á og verða við til at skapa ein eindømisstíl.

Spar pengar

Tað eru nógvir pengar at spara við at keypa í endurnýtsluhandlum. Sjálvt um okkara handlar selja retro og gamlar lutir og klæðir, selja teir eisini nógv, ið er nýtt (ella rímiliga nýtt) – men nógv bíligari.  Og sjálvt um møblar ofta eru meira brúktir enn klæðir, eru teir reinir og dygdargóðir, og prísurin tekur fyrilit fyri sliti og smáskaðum. Tað er altíð vert at fara ein túr forbí okkara endurnýtsluhandlar at vita, hvat er at finna, áðrenn tú keypir tær nýtt.

Betri fyri umhvørvið

Klædna- og toyframleiðslan er millum størstu ídnaðir, ið ovbyrja umhvørvið, og enn verður ein stórur partur av okkara klæðum koyrdur í skrell og brendur, tá vit ikki brúka tey meira. Tað verða árliga keypt fleiri kg av klæðum og toyi fyri hvønn persón í Føroyum, so tilsamans er hetta ein av størstu umhvørvisdálkingunum og nakað, vit í stóran mun hava ávirkan á.

Tað er tó gleðiligt, at meira og meira verður latið til endurnýslu, og við at lata til endurnýtslu er tú við at minka um umhvørvisdálkingina.

Stuðla einum góðum endamáli

Í endurnýtsluhandlunum hjá Bláa Krossi fer yvirskotið av allari søluni til hjálpararbeiðið, ið Blái Krossur hevur. Tá tú letur møblar, lutir og klæðir inn til Bláa Kross heldur enn at koyra tað vekk, stuðlar tú eini góðari søk.