Vinnari av kapping

Á Altjóða Sálarheilsudegnum í Østrøm í gjár høvdu vit hesa stóru krukkuna við, ið var fylt við skúm pútum. Ígjøgnum dagin kundu fólk gita hvussu nógvar pútur tey mettu vóru í, og nógv fólk góvu eitt boð. Vinnarin av kappingini gjørdis Solbjørg Fríðheim og vit vilja ynskja henni tillukku við vinninginum, ið er 3 kg av blandað bomm.

Tað var ikki av tilvild, at júst 1200 pútur vóru í krukkuni. Útfrá donskum hagtølum frá Sunhedsstyrelsen er tað mett, at 1200 børn í Føroyum vaksa upp í heimum har rúsur er ein trupulleiki. Hesar ‘skúm pútirnar’ vóru tí eisini ein máti, at vísa á hvussu nógv tey eru og at tað hevur týdning, at takað hond um hesar familjurnar.