Vandamikið rák at blanda orkudrykkir og rúsdrekka

Fleiri og fleiri ung eru farin at blanda orkudrykkir (m.a. Red Bull og Monster) við rúsdrekka. Orsaka av hesum vaksandi ráki eru granskarar áhugaðir í at síggja, hvørja ávirkan hesir blandaðu drykkirnir hava.

Rebecca McKetin og Alice Coen frá Australian National University gjørdu eina kanning fyrr í ár, har tær kannaðu hvør munurin var á ungum, ið einans drukku rúsdrekka, og á ungum, ið drukku rúsdrekka blanda við Red Bull. Teirra kanning vísti, at tey ungu, ið drukku tann blandaða drykkin, drukku meira rúsdrekka enn tann bólkurin, ið einans fekk rúsdrekka. Fleiri líknandi kanningar hava verið gjørdar síðstu árini og hava fingið líknandi úrslit.

Fleiri læknar eggja politikarunum til at bannað søluni av orkudrykkum til fólk undir 18 ár, serliga eftir at fleiri deyðsføll av børnum og ungum eru sett í samband við orkudrykkir. Eisini vísa kanningar, at orkudrykkir kunnu leiða til vandamiklan atburð, serliga tá rúsdrekka er blanda uppí.

Í útlandinum, m.a. USA, Kanada, Onglandi, og fleiri øðrum EU londum, verður kjakast nógv um at gera tað ólógligt at selja orkudrykkir til ung undir 18 ár vegna teir vandarnar, orkudrykkir hava við sær.

Keldur:
http://onlinelibrary.wiley.com/doi/10.1111/acer.12498/abstract
http://www.hindawi.com/journals/jaa/2013/646703/abs/
http://www.chicagotribune.com/news/nationworld/chi-052708-energy-drinks-may28,0,2191663.story

 

Skrivað hevur Lív Justinussen