Vaksandi tal av ungum heimleysum

Talið av ungum heimleysum vaksur við rúkandi ferð í Danmark. Sambært nýggjastu frágreiðingini frá SFI eru 80% fleiri heimleys nú í mun til í 2009. Blái Krossur í Danmark vil gera nakað við álvarsligu gongdina.

Blái Krossur hevur í eini telefonkanning, sum er gjørd av Voxmeter, spurt danir, hvat teir meta eigur at vera gjørt fyri at ikki so nógv ung skulu enda sum heimleys. Millum annað vísti kanningin, at 62,7 prosent av dønum halda, at ung skulu sleppa skjótari í viðgerð fyri rúsevnamisnýtslu og eisini skjótari fáa viðgerð fyri sálarligar trupulleikar.

Hjálp á fleiri økjum
Blái Krossur tekur sær av nógvum av teimum heimleysu í Danmark. Og felagsskapurin vil fegin vera við til at gera nakað fyri at broyta keðiligu gongdini.
– Um broytingar skulu henda, so má samfelagið sum heild vísa í verki, at tey ungu mugu fáa hjálp, so tey ikki fara útav tromuni. Hetta vil gera, at tey skjótari kunnu koma aftur til eitt meira vanligt lív. Hetta vilja vit í Bláa Krossi arbeiða fyri. Men neyðugt er at gera nakað á fleiri økjum, sigur Christian Bjerre, aðalskrivari hjá Bláa Krossi í Danmark.
Hann vísir á, at Blái Krossur vil gera meira við viðgerð, ráðgeving, hjálpa teimum ungu at finna bústað og arbeiði og eisini at fáa mentor- og bústaðarskipanir at virka, sum kunnu hjálpa hesum ungu ávegis burtur úr heimleysu støðuni.

Kelda: www.blaakors.dk

 

Skrivað hevur Frants Jensen