Væleydnaður landsfundur á Toftum

Landsfundurin hjá Bláa Krossi varð í ár hildin á Toftum í døgunum 16.-17. mars.
Byrjað varð leygardagin við aðalfundi, har m.a. roknskapur bleiv lagdur fram.
Síðan var ein pallborðsfundur á skránni, har yvirskriftin var “Øll hava rætt til góð barnaár”. Jón Brian Hvidtfeldt var orstýrari og allir flokkar, sum í dag sita á tingi, høvdu sent umboð.
Talan var um eitt gott bland av lokalum kreftum og eisini nøkur úr høvuðstaðnum: Jón Magnus Rasmussen, Magnus Rasmussen, Djóni Nolsøe Joensen, Bárður Kass Nielsen, Katrin Kallsberg, Poul Michelsen og Bill Justinussen.

Skálafjarða sløkkilið luttók við sangi. Leiðarin á fyribyrgingardeildini, Alisa Hammer, hevði eisini eitt upplegg.

Sunnudagin bjóðaði Blái Krossur ballónir og okkurt søtt til øll børnini, ið komu á sunnudagsskúla.
Um kvøldi varð skipað fyri sangløtu við harmonikuvinum, har Anna Elisabeth Veyhe Pedersen hevði eitt gott og rørandi orð.

Alt í alt ein sera væleydnaður landsfundur, og nú er farið undir at fyrireika stóru landsinnsavningina, sum er í mai.