Væleydnað veitsla fyri Blákrossungdómi

Tofta og Rituvíkar Blákrossfelag høvdu eina veitslu fyri blákrossungdómi leygarkvøldi 24. Februar

Yvir 30 ungdómar møttu á veitsluni.

Byrjað var við lekkrum døgurða og greitt var frá um Blákrossarbeiðið og týdninginum av at tey ungu eru við í blákrossarbeiðinum. Síðan var framførsla, spurnarkapping (kahoot), andakt og sangur.