Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Væleydnað hugnaløta

Í kvøld var hugnaløta í Seglloftinum á Tvøroyri, har gott 30 fólk møttu upp.

Á skránni var felagssangur, Svein í Prestgarði framførdi og frágreiðingar vóru um Blákrossarbeiðið í Føroyum og Grønlandi.

Tey, sum greiddu frá, vóru Dakko, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroyum, Olga Magnussen, leiðari av blákrossheiminum, Alisa Hammer, fyribyrgingarráðgevi og bólkaleiðari, Magni Højgaard, leiðari á sosialu eindini, Lív Justinussen, fyriskipari av átakinum “Liv Lívið” og grønlendska Nivé Heilman greiddi frá Blákrossarbeiðnum í Grønlandi.

 

 

 

Tags: