Upplýsa fólki um vandarnar av rúsdrekkanýtslu tá ein er við barn

European Fetal Alcohol Spectrum Disorder (FASD) Alliance er ein felagsskapur, ið hjálpir fólki við FASD og við at upplýsa um vandarnar av rúsdrekkanýtslu fyri kvinnur, ið eru við barn. FASD er ein samlað diagnosa av einum hópi av skaðum, sum børn í móðurlívið kunnu fáa, um tey eru útsett fyri rúsdrekka. Hesir skaðar kunnu m.a. vera lærutrupulleikar, vakstrar trupulleikar, ella neurologiskir skaðar.

Tann 9. septembur byrjaði eitt átak hjá tí evropeiska FASD Alliance, ið hevur til endamáls at upplýsa fólki – serliga kvinnum – um vandarnar av rúsdrekkanýtslu og at vera við barn. Felagskapurin sigur, at sjálvt um boðskapurin um vandarnar í summun londum er komin víða, so eru tað enn lond, har fólk ikki eru greið yvir hesar vandarnar. Hetta er serliga tí, at nógvir felagskapir ikki hava ta tilfeingi, ið teimum tørvar. European FASD Alliace heitir tí á fólk at samstarva, deila hugskot og at nýta alnótina og sosialu miðlarnar til at breiða boðskapin út.

Átakið er væntað at samla prógv fyri trupulleikanum og at hjálpa einstaklingum at taka sjálvstøðugar avgerðir. Hetta verður ígjøgnum eitt netverk av einstaklingum í londum kring allan heimin, ið gerast virkin á sosialum miðlum og alnótini sum heild fyri at deila ein greiðan heilsuboðskap ígjøgnum allar miðlar.

Meira kann lesast um átakið her! Eisini kann meira lesast í pdf’inum niðanfyri.

Upplýsa fólki um vandarnar av rúsdrekkanýtslu tá ein er við barn alcohol_and_pregancy

 

Skrivað hevur Lív Justinussen