Uppliving fyri lívið at vitja Føroyar
Fyri fyrstu ferð skipaði norska “Blå Kors Ung” fyri fríum uttanlandstúri fyri fýra hepnum ungum í 13-16 ára aldrinum.
Leiðarin av BKU í Norra og fýra ungdómar, ið ganga í einum blákrossungdómshúsi, lendu í Føroyum mánadagin 26. juni og flugu heimaftur fríggjadagin 30. juni.
Endamálið við túrinum var at uppliva okkurt nýtt og annarleiðis, og at skapa nýggj sambond. Hetta eydnaðist væl.
M.a. høvdu tey ein góðan dag í Saksun, har tey upplivdu flottu náttúruna. Ungdómshúsið á Toftum skipaði fyri spølum og bjóðaði pitsur. Her møttu áleið 15 ung, og tey norsku fingu nakrar Facebook-vinir.
Tey vóru sera væl nøgd við túrin og kallaðu hann fyri “En opplevelse for livet”.
smp.no: “En opplevelse for livet”