Ungdómurin fær leysar teymar
18 ára aldursmarkið í REX er nú broytt heilt niður í 15 ár. Áðrenn hevði ungdómurin undir 18 ár einki dansistað at halda seg til, men livdu býarlívið á gøtuni.
Spurningurin er so, um hetta fer at økja um rúsdrekkanýtsluna millum ungdómin, tá ið fleiri møguleikar eru í býarlívinum.
In.fo spurdi eigaran Rúna Djurhuus um, hvussu REX fer at fyrihalda seg til ungdómin og alkohol í diskotekinum.
– Vit hava einki skeinkiloyvi í REX longur, so einki rúsdrekka verður selt frá okkum. Tó kunnu vit einki gera við, um ung koma ávirkað inn í okkara høli, sigur hann.
Spurdur um tey so blanda seg upp í, um ungdómurin drekkur inni í REX, svarar hann.
– í REX hava vit strangar reglur um, at tað ikki er loyvt taka glasfløskur inn við. Annars blanda vit okkum ikki uppí, hvat tey ungu gera. Hetta er hundrað prosent upp til foreldrini, sigur Rúni Djurhuus.
Kelda: in.fo