Ungdómur, festivalar og stevnur – góð ráð til foreldur
Samstarvið millum skúla, sosialar mynduleikar og politi (SSP) er komin við ymiskum ráðum til foreldur, ið hava børn, sum fara á festival ella stevnu í summar.
Nøkur av ráðunum eru hesi:
- Vit keypa ikki rúsdrekka til børn okkara
- Vit fylgja við, hvat børn okkara gera, og hvørjum tey eru saman við
- Vit loyva ikki veitslum uttan eftirlit
- Vit loyva ikki børnum okkara á stevnur og festivalar uttan greiðar avtalur
- Vit gera alt fyri at vera saman – børn, foreldur og familjur
- Vit eru góðar fyrimyndir
SSP ráðgevin, Óli Rubeksen, var í útvarpsendingini Summarmorgun og tosaði um vandar og góð ráð. Sendingin kann hoyrast her!