Ung uppliva kynsligan ágang í veitslum
Nýggjar Norskar kanningar vísa, at helvtin av ungum gentum fáa óynskt kynsligt uppmerksemi tá alkohol er til veitslur.
Kanningin umfevnir 585 gentur og 415 dreingir millum 15 til 20 ár og var gjørd av “Opinon” fyri Actis í mars. Ungdómurin var spurdur um at deila upplivingar, har javnaldrar høvdu drukki saman.
Kanningin váttar, at tað er ein tíðiligur samanhangur millum nýtslu av alkoholi millum ung og kynsligum ágangi. Hon vísur eisini at tað hendingarnar økjast millum bæði kynini, samanborin við einari tilsvarandi kanning frá 2017, sigur Pernille Huseby, aðalskrivari í Actis.
Hon heldur, at úrslitini eru sera álvarslig.
Eftir “Me too” høvdu vit vóna, at talið fyri óynskt kynsligt upmerksemi skuldi verið lægri. Tað kann vera, at økingin er grunda á eitt størri fokus á økið. Hóast, so er tað skuffandi, at tølini ganga skeiva vegin. Tað kann vera, at “Me too” bert var fyribils.
Huseby eggjar ung til at passa uppá hvønn annan og grípa inn, um nakað hendur. At siga frá, um onkur fer ov langt. Nógv kann eisini broytast, um foreldrini tosa við sín ungdóm um alkohol og seta tíðilig mørk um, hvat er ok og hvat ikki er ok.
Herverk og vold
Kanningin hevur eisini víst á eldri úrslit, ið siga, at mong ung hava uppliva ampi í umstøðum, har javnaldrar hava drukki.
Úrslitini síggjast niðast:
- 49% av gentum hava uppliva óynskt kynsligt uppmerksemi meira enn einaferð, tá javnaldrar hava drukki alkohol. Tilsvarandi kanning er 18% fyri dreingir.
- 44% av gentum hava følt seg ótryggar ella raðast alkohol nýtslu.
- 32% uppliva, at klæðir ella ognir eru oyðiløgd.
- 28% eru blivin skeldaði.
- 19% eru komin fysiskt til skaða.
- 25% eru blivin hótt.
Kelda: https://www.actis.no/nyhet/opplever-seksuell-trakassering-pa-fest