Ung og rúsur – Hvat er best?
Ivast tú í, hvat er best fyri tíni børn? Hvussu gomul skulu tey vera, tá tey fyrstu ferð smakka sær á? Skulu vit sum foreldur vera við teimum fyrstu ferð? Og er tað rætt at geva teimum rúsdrekka við heimanífrá, tá tey fara út at hugna sær?
Hesum spurningum (við fleiri) svara vit á heimasíðuni www.livlivid.fo/foreldur.
Barnaverndarstova Føroya deildi fyri nøkrum døgum síðani eitt átak við mynd av borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Anniku Olsen, og við orðunum:
Keypir tú rúsdrekka fyri tíni børn, hóast tey eru undir 18 ár?
Í dag hevur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, eisini valt at leggja dent á hetta sera týðandi evni.
Vit í Bláa Krossi glaðast um at dentur verður lagdur á evni og vísa til heimasíðuna www.livlivid.fo/foreldur, har mong góð ráð eru at heinta.
Uppslag hjá Barnaverndarstovu Føroya og Tórshavnar kommunu