Ung á legu í Svøríki
Fýra limir hjá Blákross ungdómi (BKU) eru í hesum døgum á eini Blákrosslegu í Salen, Svøríki. Á leguni eru 25 fólk frá Blåbandet í Svøríki, BKU í Norra og Føroyum, og her er sera spennandi og annaðleiðis fyri føroyingarnar at vera. Í august verður aftur ein spennandi lega, og hendan verður í Kristianssand, Norra, og ætlanin er, at fleiri av teimum frá Svøríki og Norra koma til Føroyar í oktobur.
Hvussu kom hetta í lag?
“Vit settu okkum í samband við BKU í Norra í vár, tí vit ynsktu eitt samstarv við tey. Vit vistu ikki av, at tey og Sveriges Blåbandsungdom (SBU) leitaðu eftir einum triðja landi til at koma til hesar legurnar. Tey høvdu verið í samband við Bláa Kross í Sveis, Týsklandi og Danmark, men av ymsum orsøkum høvdu tey øll takka nei til at vera við til hesar legurnar. SBU og BKU gjørdus tí sera spent og bjóðaðu okkum beinanvegin við til hesar legurnar, ið er heilt fantastiskt“, sigur Lív Brúsá, fyriskipari av Liv lívið.
Túrurin
Føroyingarnir fóru úr Føroyum til Oslu sunnukvøldið 3. juli har tær vóru avheintaðar av Monitu Skaali, ið er leiðarin fyri BKU í Norra. Mánamorgunin koyrdu so norðmennirnir og føroyingarnir saman í einum minibussi frá Oslo til Salen – ein túrur, ið tók áleið 4 tímar.
Á leguni hava verið ymiskir samansjóandi aktivitetir, kanoetúrur, mountainbiking og í morgin er ætlanin at svimja. Legan er liðug fríggjadagin, og føroyingarnir brúka síðani tveir dagar í Oslo áðrenn teir koma aftur til Føroyar.
Hvat er endamálið við hesum legunum?
“Endamálið við legunum er, at byggja BKU arbeiðið upp í Føroyum, og at etablera eitt samstarv ímillum tey ungu í BKU í Føroyum, ung í BKU í Norra og ung í SBU, har tey kunnu koma at kennast, knýta bond og læra av royndum og avbjóðingum hjá hvørjum øðrum. Hetta halda vit vera ótrúliga gott fyri okkara ungu og fegnast um møguleikan. At vit fingu møguleika, at fara á hesar legurnar er eisini at takka tí stuðulinum vit fingu frá Nordic Youth in Sustainable Communities og Føroya Ungdómsráð, og tað takka við stórliga fyri“, sigur Lív Brúsá.
Eigur tú børn í aldrinum 13-30 ár?
Í løtuni koyrir Liv lívið við eini limakapping. Um tú teknar teg sum lim í summar (ella longu ert limur) ert tú við í kappingini um at vinna 4 vinningar:
- Biograftúr fyri tvey /við poppkorn og sodavatn
- Rib62 túrur fyri tvey
- Síðing fyri tvey við sherpa.fo (tú finnur teir á Instagram)
- Ríðitúrur fyri tvey við Berghestum
… teknar tú teg sum lim fært tú eisini eina Liv Lívið hoodie!
Limatekningar ger mun
Tín stuðul ger tað møguligt hjá okkum, at arbeiða við at fyribyrgja at ung koma illa fyri og/ella gerast bundin at rúsdrekka/-evnum. Sum limur hjá BKU bindur tú teg til ikki, at drekka rúsdrekka ella taka rúsevnir. Limagjaldið er kr. 200,- um árið.
*Ivast tú í um tú kanska ert limur ella teknaði teg sum lim fyri langari tíð síðani, skriva okkum so eini boð á Facebook/Instagram fyri at tryggja, at tú ert við í kappingini.
[Best_Wordpress_Gallery id=”58″ gal_title=”Legan í Svøríki 2022″]