Undirvísing á skúlum kring landið
Várið á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya er merkt av at nógvir skúlar, prestar, ungdómshús o.o. seta seg í samband við okkum í mun til, at fáa okkum út at fortelja um okkara arbeiði og at undirvísa í ymiskum evnum. Vit hava verið í Fuglafirði, Suðuroy, Tórshavn og á Skálafjørðinum í vár, umframt at hava havt fleiri undirvísingar fyri konfirmantum í okkara nýggju hølum, Hollywood, í Tórshavn.
Seinastu vikurnar hava serliga SSP tiltøkini fyri 7. flokkunum fylt nógv, og hetta hevur bæði verið stuttligt og spennandi, at verið partur av. Í Suðuroy høvdu tey samlað allar 7. flokkarnar á oynni í Salt, har tey høvdu ymiskar áhugaverdar og stuttligar verkstovur, og síðani undirvístu vit í 2 tímar í lívsmeistran. Tvær vikur seinni vóru vit á Argjahamri, har áleið 300 7. flokks næmingar í Tórshavnar kommunu vóru til undirvísing. Um kvøldið høvdu vit ein foreldrafund, har øll foreldur at 7. flokks næmingum í Tórshavnar kommunu vóru boðin við. Hósdagin 2. mai vóru vit í bygdarhúsinum á Strondum, har allir 7. flokkarnir á Skálafjørðinum vóru samlaðir til ymiskar verkstovur, Hip Hop dans, undirhald og síðan okkara undirvísing í lívsmeistran.
Hvat inniber undirvísingin?
Tá vit fara út at undirvísa ungdóminum er okkara endamál altíð at fyribyrgja, at ung koma illa fyri av rúsdrekka og/ella rúsevnum. Men hvussu ein røkkur hesum endamálið, er nógv broytt í gjøgnum árini og hetta kemst av, at man hevur granskað í, hvat hevur best ávirkan og hvat skapar tað úrslitið, ið ein ynskir.
Í okkara undirvísing hava vit tí fokus á lívsmeistran, at styrkja sálarheilsuna og at geva teimum ungu amboð, til standa ímóti bólkatrýsti. Undirvísingin, ið varðar ímillum 2-2½ tíma, hevur fokus á evnunum:
- Heilafrøði – ein stutt frágreiðing um hvussu heilin hjá ungum fungerar, hvørjar broytingar eru í ungdómsárunum og hvussu hetta bæði er ein styrki og ein avbjóðing.
- At stýra tankum – ein frágreiðing um hvørja ávirkan okkara tankar hava á okkara lív, og um, at vit øll hava ávirkan á okkara tankar.
- Virðir – hvat hevur týdning fyri tann einstaka, og at menniskju hava tað best tá vit liva í samsvar við okkara virðir.
- Persónligheitstypir – vit eru ymisk og tað er ein styrki at læra at skilja hvønn annan og rúma ymiskleikanum
- At seta mørk
- At vera ein góður vinur
Hetta vísir seg, at rigga væl og vit eru sera glað fyri, at fleiri og fleiri seta seg í samband við okkum og ynskja, at vit koma út at undirvísa.