Tvey full høli til fyrilesturin hjá Títt Rúm

250 fólk møttu í gjárkvøldið í Smæruni, og harvið vóru tvey full høli av áhoyrarum, tá Katrine Quorning helt fyrilestur um sín “reyðvínsblettaða uppvøkstur”.

Vit í Títt Rúm gleðast um, at tað bar til at fáa Katrine heim til Føroyar at halda fyrilestur, og at so mong komu at lurta eftir hennara erligu og rørandi forteljing um sítt egna lív.

Eftir loknan fyrilestur fingu áhoyrarnir høvi at seta Katrine spurningar, og spurningarnir vóru nógvir. Kanska er hetta ein lítil ábending um, at tað við tíðini spakuliga ber til at fáa størri opinleika í okkara samfelag um tað, at hava rúsbundin foreldur. Tað vóna vit í øllum førum

Vit takka @flaskeboern Katrine Quorning fyri hesaferð.