Trúgv, vón og alkohol

DR hevur fylgt heimleysum rúsmisnýtarum á einum av donsku blákrossheimunum í eitt ár, og vísir nú stríð teirra at venda aftur til lívið.

 

Vilja varpa ljós á trupulleikan

Einaferð búðu íbúgvarnir í egnum heimi og høvdu ein gerandisdag við familju og arbeiði, men í dag standa tey á berum. Av ymsum ávum tók alkoholið yvir í lívi teirra, og tey endaðu á gøtuni.

DR ynskir at varpa ljós á hendan stóra samfelagstrupulleikan, sum viðkemur nógv menniskju í gerandisdegnum, og tó er so trupul at tosa um. Tá ein drekkur, gongur tað eisini út yvir familjuna.

– Eg vóni tí, at vit við sendingini kunnu vera við til at skapa størri opinleika um fylgjurnar av rúsmisnýtslu”, sigur redaktørur á DR1, Erling Groth.

 

Enn er vón

Hóast íbúgvarnir bæði hava mist heim og familju, so hava tey ikki givið upp. Í sendingunum síggja vit, hvussu tey enn droyma, vóna og hugleiða eins og øll onnur.

Vit hitta m.o. Henry, sum sigur blákrossheimið vera einasti møguleiki at yvirliva. Hann droymur um konu, børn, eitt gott heim og at vera glaður um gerandisdagin. Men fyri at hetta skal eydnast, hevur hann tørv á hjálp.

Henry byrjaði at drekka í fólkaskúlaaldri, har tað var gerandiskostur at fáa sær eina morgunøl á veg í skúla. Tá vit í sendingini møta Henry fyrstu ferð, er hann á veg í fongsul at sita í 60 dagar vegna harðskap.

 

Sí fýra partarnar her:

Tro, håb og alkohol 1
Tro, håb og alkohol 2
Tro, håb og alkohol 3

Tro, håb og alkohol 4

 

Kennir tú teg aftur?

Stendur tú í somu støðu ella kennir onkran, so halt ikki aftur at leita hjálp. Ert tú ikki vís/ur í hvør hjálp er tann rætta, so ring ella skriva til okkum, og vit leiðbeina teg:

Tlf:              770700
Email:        blakross@blakross.fo
Rúslinjan: 770777 (svarar alt samdøgrið)

 

 

Les meir um sendingina: Tro, håb og alkohol