Triðihvør ungur hevur roynt rúsevni
Í nýggja Ó-blaðnum er kanning gjørd um ung og rúsevnisnýtslu.
Kanningin varð gjørd við SMS-skipan. 1058 vórðu spurd og 460 svaraðu.
31% hava tikið rúsevni, men ikki er greitt hvussu ofta, ella hvussu reglulig nýtslan er?
37% siga, at rúsevni eru løtt at fáa hendur á.
Hagtølini skulu takast við fyrivarni, sigur Hanus Samró, men tó geva tey okkum ein løtumynd.
GMF (Góða Morgun Føroyar) skiftir orð við Hanus Samró, sum hevur gjørt kanningina.
GMF tosar eisini við Martin Kúrberg, sum júst hevur latið viðgerðarheimið Frælsi á Eiði upp. Har koma ung, sum hava trupulleikar við rúsevnum og rúsdrekka.
Hoyr sendingina her: