Tosar tú við títt barn um rús?
Sum foreldur ella avvarðandi kann ein standa hjálparleysur og ikki vita, hvat man kann gera, fyri at verja síni børn frá rúsevnum. Liv lívið veitar ráð og íblástur til hvussu ein kann tosa um rúsevnir og rúsdrekka við síni børn.
Millum annað er tað umráðandi, at tosa á jøvnum føti við tey ungu. At tora at seta mørk, hóast tannáringurin kann mótæla tí. Eisini, at geva tær tíð at lurta, hvat tey hava at siga og vera til staðar tá tey vilja tosa um evnið. Fá meira kunning her.
Nógv rúsevni eru í umferð í Føroyum í løtuni. Tey vera m.a. fjald í bommum og pappírið, sum er vatað við LSD sýru. Serliga er rákið økt um LSD í gummibamsum.
Sambart Hera Andreassen, politikommisseri, er ein hálv gummibamsa nokk til at ávirka ein persón. Hóast smáu nøgdina kunnu avleiðingarnar av, at eta eina slíka bamsu vera:
- Hallusinering (viðkomandi kann síggja nakað sum ikki er verðuligt).
- Bakanfall (Sjónirnar kunnu koma aftur, sjálvt um virkningurin er farin)
Ímillum tey ungu er tað m.a. LSD, hash, amfetamin og retalin sum er í umferð sigur Heri Andreassen.
Millum 60-70 fólk eru higartil í ár tikin við smáðum nøgdum av rúsevnum.
Í løtuni eru 6 fólk varðhaldsfongslaði fyri at hava størri nøgdir av rúsevnum. Hesi vera revsaði við 10 ára fongsulstíð.
Heri endar við at siga, at nógv rúsevni vera smuglaði inn í landið og tað er tíverri ikki alt, sum politiði klárar at fanga.
Keldur: