Tosa við meg, ikki um meg!

Spennandi evnisdagur verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 4. september. Heitið á evnisdegnum er: ‘Tosa við meg, ikki um meg!

INNIHALDIÐ Á EVNISDEGNUM
Dagurin snýr seg um: ‘Børn og ung, sum liva við rúsmistnýtslu hjá foreldrum; hvussu vit fáa eygað á tey og hjálpt teimum.’ Undirvísari verður norski sálarfrøðingurin Frid A. Hansen. Hon fer á degnum m.a. at tosa um:

  • Gransking og vitan um børn, sum liva við rúsmisnýtslu hjá foreldrum; um tabu, skomm og skuldarkenslu
  • Hvørji tekn kunnu børnini vísa, og hvussu møta vit teimum?
  • Um samrøður við børn
  • Um neyðugar samrøður við foreldrini

Evnisdagurin verður í høvuðsheitum eitt framhald frá seinast Frid A. Hansen var í Føroyum og undirvísti á evnisdegnum um ‘Rústrupulleikar hjá foreldrum, sæð við barnsins eygum’, men tó soleiðis at nýggir luttakarar eisini kunnu vera við.

Frid A. Hansen verður mett at vera undangongukvinna í rúsevnistrupulleikum í familju- og ættarliðshøpi. Frid hevur vunnið fleiri virðislønir fyri sítt arbeiði innan rúsevnir og børn, og í 2013 varð hon skírd riddari av 1. Flokk í Skt. Olavs ordanini fyri sítt arbeiði fyri børn og familjur við rústengdum trupulleikum.

Tað er Blái Krossur Føroya, ið skipar fyri evnisdegnum sum partur av verkætlanini ‘Øll hava rætt til góð barnaár’. Endamálið við hesi verkætlan er at hjálpa børnum og ungum, ið vaksa upp í heimum, har rúsur er til ampa fyri tey og trivnaðin í familjuni.

Frid A. Hansen var í Føroyum í mars mánað í 2017 og undirvísti á evnisdegnum. Dagurin eydnaðist væl og var fullteknaður langt áðrenn tilmeldingarfreistin var farin.

Dagurin er serliga ætlaður fakfólkið, ið arbeiða við børnum og ungum, eitt nú sálarfrøðingum, lærarum, námsfrøðingum, sosialráðgevum, heilsufrøðingum og annars øllum við áhuga innan hetta økið. Freistin at melda seg til er hósdagin 30. august ella so leingi pláss er. Tilmeldingin er bindandi og kostnaður fyri hvønn er 1250 kr.

Tilmelding fer fram á tilmelding@blakross.fo