Tørvur á bússuberum í Klaksvík

Ver virkin saman við øðrum um eitt gott endamál. Enn mangla nógvir bússuberar í Klaksvík til landsinnsavnanina hjá Bláa Krossi komandi leygardag 12. mai.

Byrjað verður við morgunkaffi í KFUM og K í Klaksvík kl.10.00, har bússurnar vera heintaðar. Hetta er ein góður møguleiki at saman við øðrum vera kropsliga virkin og samstundis fáa stuðla arbeiðnum Blái Krossur ger ímillum børn og ung.

Áhugaði kunnu seta seg í samband við Niels Andreasen, tlf. 287425.

 

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul og hjálp!

 

 

Les meira um landsinnsavnanina