Forsíða
| Jógvan Simonsen

Tónleikurin rúsaði frá G! festivalinum síðsta vikuskiftið

Tað var lívligt í Liv Lívið bingjuni á G! festivalinum síðsta vikuskifti við góðum felagsskapi og nýggja rúsfría drykkinum ‘Heilt appilsinfríur’, ið er gjørdur í samband við Ráðið fyri ferðslutrygd.

G! festivalurin var seinna tiltaki, sum samstarvast um átakið “Lat tónleikin vera tín rús”.

Bingjan hjá Liv Lívið stóð við teltøkið í Norðragøtu og høvdu tey eisini við sær eitt tjald, ið gav møguleika at rúma enn fleiri fólkum.

Fyriskipararnir av Liv Lívið gleða seg til næsta tiltaki tey vera partur av. Nevniliga, Ólavsøku, har ballónir, rúsfríi drykkurin ‘Heilt appelsinfríur” og Liv Lívið tatooveringar kunnu fáast. Bingjan verður á parkeringsplássinum uttanfyri Mariu Poulsen.

Tags: