Títt Rúm í Góðan morgun Føroyar

Í samband við at Títt Rúm fylti 10 ár vóru Alisa Hammer og Jóngerð Nielsen í Góðan morgun Føroyum.

Tá Jóngerð arbeiddi á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi fyri 10 árum síðani sá hon ein tørv hjá børnum, ið høvdu foreldur við rústrupulleikum og við hesum byrjaði tilboðið Øll hava rætt til góð barnaár – sum í dag kallast Títt Rúm. Jóngerð tosar í samrøðuni um hvussu tilboðið byrjaði.

Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini, hevur arbeitt við tilboðnum í 8 ár og tosar í samrøðuni um hvussu tilboðið hevur ment seg og hvar tað er í dag.