Títt Rúm fyllir 10 ár!

Fríggjadagin 20. januar hátíðarhalda vit 10 ára føðingardagin hjá Títt Rúm

Títt Rúm byrjaði í 2012 sum ein lítil verkætlan undir heitinum “Øll hava rætt til góð barnaár”. Verkætlanin hevur ment seg til eitt støðugt tilboð, og í 2021 broytti tilboðið navn til Títt Rúm. Títt Rúm er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava rúsbundin foreldur, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar samrøður, ráðgeving, familjuviðgerð og bólkar. 

Á skránni hendan dagin: 

Kl. 12.00 – 13.00Opið hús í hølunum hjá Títt Rúm í Kongagøtu 8 í Tórshavn
Kl. 13.00Føðingardagurin byrjar í Hollywood, Niels Finsensgøta 20 kj.
Kl. 13.15Alisa Hammer, leiðari hjá Títt Rúm, bjóðar vælkomin
Kl. 13.25Margit Stórá, landsstýriskvinna í Heilsumálum, ber fram eina heilsan
Kl. 13.40Tónleikainnslag við SWAY 
Kl. 13.50Luttakari í Títt Rúm sigur frá sínari uppliving 
Kl. 14.00Tónleikainnslag við SWAY
Kl. 14:30Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, ber fram eina heilsan
Kl. 14.40Høvi verður at bera fram eina heilsan 
Kl. 15.00 – 16.00Opið hús í hølunum hjá Títt Rúm í Kongagøtu 8

Øll innsløg verða í nýggju ungdómshølunum “Hollywood” hjá Bláa Krossi Føroya í Niels Finsensgøtu 20 í Tórshavn. Opið hús verður í hølunum hjá Títt Rúm í Kongagøtu 8 í Tórshavn kl. 12.00-13.00 og kl. 15.00-16.00, har møguleiki er fyri at síggja hvar Títt Rúm heldur til og hevur sítt virksemi.

Øll eru hjartaliga vælkomin.