Títt Rúm byrjar barnabólkar í Suðuroy
Tá eitt foreldur hevur rústrupulleikar, ávirkar tað alla familjuna, bæði tann rúsbundna, makan og børnini. Gransking vísir, at familjur ávirkaðar av rúsnýtsluni hjá einum foreldri, ofta eru merktar av avnoktan, tøgn og skomm. Hetta hevur ofta eina neiliga ávirkan á trivnaðin í familjuni, og tey, sum hava rúsbundin foreldur kenna seg ofta einsamøll við trupulleikanum. Hesi kunnu tí fáa gagn av at hitta onnur, sum eru í somu støðu sum tey.
Í fleiri ár hevur Títt Rúm havt bólkar til børn og ung í Tórshavn, fyrst undir navninum “Øll hava rætt til góð barnaár” og síðan august 2021 undir navninum “Títt Rúm”. Hesi árini hevur tað verið trupult hjá familjum í Suðuroy at fáa gagn av tilboðnum, orsaka av longu leiðini til Havnar. Títt Rúm hevur tí bjóðað familjum í Suðuroy samrøður hjá familjuterapeuti í nøkur ár. Nú er farið í gongd við at víðka tilboðið har, og í næstum byrjar fyrsti barnabólkurin hjá Títt Rúm í Suðuroy.
Bólkurin er ókeypis og er ætlaður børnum í á leið 9-13 ára aldri. Børnini hittast aðruhvørja viku saman við tveimum bólkaleiðarum í hølunum hjá Bláa Krossi Føroya á Tvøroyri. Bólkarnir eru skipaðir við støði í tí einstaka og í bólkinum. Dentur verður lagdur á eina javnvág millum hugna, spæl og at tosa um tað, sum er torført. Við serkønari hjálp og vegleiðing kunnu børnini trygt tosa við onnur, sum skilja teirra støðu.
Tá arbeitt verður við børnum, verða foreldur ella verjar altíð inndrigin. Endamálið er at styrkja umhvørvið, sum barnið livir í. Foreldur fáa tí samrøður og ráðgeving hjá sálarfrøðingi ella familjuterapeuti eftir tørvi, meðan barnið gongur í bólki. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tittrum@blakross.fo ella við at ringja á tlf. 770709. Freistin at melda seg til barnabólkin er 28. februar 2023.
Les meira um virksemið hjá Títt Rúm á www.tittrum.fo