Blákrossfelagið á Strondum skipar fyri sangløtu í bygdahúsinum

Flaggdagin, 25. apríl, kl. 19:00, skipar Blákrossfelagið á Strondum fyri sangløtu í bygdahúsinum.

Andras Danielsen luttekur við sangi og Maud Poulsen greiðir frá, hvussu tað er at vera avvarandi.

Smurt breyð verður at fáa og kaffi og køkur omaná.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

[Best_Wordpress_Gallery id=”7″ gal_title=”Nýggja Blákrossheimið”]