Tað fer altíð at sita í okkum
Fyri trimum árum síðani broyttist lívið, tá Kent vaknaði av fartelefonini, eftir at hava verið í balli saman við tvíburðanum.
30. maj vaknar Kent hjá einum vinmanni, eftir at hava verið í føðingardagsballi saman við tvíburðabeiggjanum Kim. Fartelefonin ringir og vísir eina rúgvu av ósvaraðum ringingum. Hetta undrast hann á. Hann tekur hornið og tað er stóribeiggin Lars, sum biðjur hann koma heim til mammuna beinanvegin.
Kent skundar sær upp og Lars kemur eftir honum. Komin í bilin, spyr Kent: “hvat er hent?”, “Hvør er tað?”. Lars hyggur frameftir, meðan hann koyrir, og sigur: “Tað er Kim”.
- Og so skríggi eg bara, sigur Kent.
Túrurin til mammuna er stuttur. Har eru nógv fólk. Tað einasta Kent minnist, er at tann fyrsta hann møtir, er Anette; daman hjá Kim. Tey høvdu verið saman í 12 ár.
- Og so fall eg í grát, tí eg veit, at tað fyrsta hon sær, tá hon hyggur at mær, er Kim.
Kim hevði verið í býnum og var ávegis víðari í bili við tveimum gentum. Hann sat á baksetrinum. Gentan, sum koyrdi, hevði eina promillu á 0,9. Hon koyrir útav, bilurin bóltar rút og endar á takinum. Genturnar yvirliva. Kim doyr á staðnum.
Saknurin hevur verið harður:
- Ikki at síggja Kim. Ikki at tosa við hann. Ikki at hyggja eftir fótbólti við honum. Ikki at halda jól saman við honum. Ikki at halda føðingardag saman við honum.
Men tað harðasta var, at teir vóru eineggjaðir tvíburðar:
- At síggja meg sjálvan í speglinum. At síggja á vinum, familju og Anette, at hvørja ferð tey sóu meg, so sóu tey eisini Kim.
At missa tvíburðabeiggjan, kennir Kent sum at missa helvtina av sær sjálvum.
Kent kennir nú ábyrgd at boða frá vandanum:
- Tú skalt ikki drekka og seta teg í ein bil.
Fleiri hava svarað: “Eg klári væl at koyra, tá eg havi drukkið”:
- Tað kann vera at tú klárar tað, men so knappliga klárar tú tað ikki. Knappliga gongur galið. Knappliga særir tú hundraðtals av menniskjum í einum.
Kent sigur ikki lívið vera oyðilagt, men tað er broytt til nakað, hann ikki ynskti. Og tað fær hann ikki broytt.
- Fyrr ella seinni má mann koma víðari. Men tað fer altíð at sita djúpt í okkum.
Sí videobrotið á Facebook-síðuni hjá “Rådet for sikker trafik”