Tá vaksin drekka, ávirkar tað børn og ungdóm

At drekka rúsdrekka fyri eygunum á børnum og ungdómi, kann føra til størri skaða, enn ein í støðuni metir, tí at støðan og huglagið verða ikki altíð uppfatað eins fyri barnið, sum fyri tann vaksna. T.d. tá vaksin drekka rúsdrekka og njóta góðan hýr og støðan tykist at vera hugnalig, kann barnið uppliva støðuna heilt annarleiðis. Tí er umráðandi, at hugsa seg væl um, áðrenn ein drekkur framman fyri teimum.

 

At vera varug við

Børn eru ymisk og hava ymiskar grensur, men tó so er umráðandi at vera varug við undirstandandi punkt:

  • Tá mann drekkur rúsdrekka, kann tað vera torført at merkja, tá tað trivaliga verður til mishug fyri barnið
  • Børn merkja broyting fyrr enn vaksin halda
  • Børn dáma ikki at síggja foreldur síni ávirkað; heldur ikki um tað hendir sjálvdan
  • Børn ynskja, at tey vaksnu eru vaksin, og at tey lurta og uppføra seg, sum tey eru von
    Við rúsdrekka kann tað vera torført hjá tí vaksna at merkja eftir, hvussu ein verður uppfataður av teimum smáu. Ein knapplig atferðarbroyting hjá tí vaksna skapar ótryggleika fyri barnið, tí tað er torført hjá barninum at skilja hví, ein uppførir seg annarleiðis, enn mann er vanur.
  • Børn kunnu reagera
  • Børn við foreldrum, sum drekka fyri at sleppa undan torførum kenslum, reagera neiligari av alkoholluktinum enn onnur børn; óansæð mongdina av alkoholinum
    Hóast mann sum foreldur kennir børn síni, veit mann ikki hvørjum umstøðum onnur børn koma frá og hava við sær. Tað sum tí er í ordan fyri barn títt, kann kennast ótrygt fyri hini børnini, sum hava upplivað ymiskt torført í samband við rúsdrekka. Tí er tað eitt gott hugskot, at altíð hugsa seg serliga væl um í mun til rúsdrekka, tá børn og ung eru til staðar.
  • Børn, sum verða biðin um at siga frá, hvussu nógv foreldrini drekka, undirmeta aloftast mongdina.
  • Avger frammanundan, hvussu nógv tú drekkur framman fyri barni tínum. Í støðuni er ov torført at meta um mongdina.

 

Børn læra av foreldrunum

Tað er tíðliga í lívinum, at ein tekur støðu til alkohol, og vaksin eru sera umráðandi fyrimyndir fyri børnini. Samstundis sæst tað ein týðiligur samanhangur millum rúsmisnýtslu hjá foreldrum og hvussu nógv barnið kemur at drekka seinni í lívinum. Ungdómur vil stundum royna grensurnar og enda tíðum við at fara enn og longri, enn foreldrini vóru.

Hugsa teg tí væl um, áðrenn tú drekkur fyri eygum barns tíns.

 

 

Kelda: avogtil.no og avogtil.no