Sverri heldur fram sum formaður hjá Bláa Krossi

Í gjárkvøldið hevði landsnevndin hjá Bláa Krossi fund á skrivstovuni í Saltangará. Nevndin skipaði seg, og Sverri Steinhólm heldur fram sum formaður.

Blái Krossur hevði aðalfund herfyri, og tá vóru tveir nýggir limir valdir í landsnevndina. Viðtøkurnar siga, at nevndin skal skipa seg av nýggjum á fyrsta fundi eftir aðalfundin. So eitt av punktunum á skránni var formansval og næstformansval. Úrslitið var, at Sverri Steinhólm, Tórshavn, varð afturvaldur til formann, og Álvur Højgaard, Saltnes, varð afturvaldur til næstformann.
Hini í nevndini eru: Regin Jacobsen, Nes, Sonja Tausen, Saltangará, Rósa Samuelsen, Sandavágur og Sólvit E. Nolsø, Tórshavn. Harumframt hevur Blákrossungdómur (BKU) eitt umboð í landsnevndini. Á fundinum í gjár umboðaði Sjúrður Steinhólm, Tórshavn, BKU.