Forsíða
| Lív Justinussen

Stuðulstiltak fyri Bláa Kross í Stranda skúla

Stranda skúli hevur í hesi vikuni evnisviku við heitinum ”Hvør eri eg”.

Tað merkir eitt nú, hvussu eg eri í mun til onnur. At øll eru ymisk bæði kropsliga og mentalt. At eg havi míni mørk, sum onnur eiga at virða, og at eg skal læra at siga frá, samstundis sum eg virði mørkini hjá øðrum.

Eisini verður nomið við, hvørjar møguleikar eg havi sum barn og ung/ur at siga frá. T.d. hvønn eg kann venda mær til, um eg havi ymiskar spurningar. Á skránni eru bæði fyrilestrar, verkstøð, hugni, spæl og undirhald.

Vikan endar við, at øll eru vælkomin til eitt stuðulstiltak til frama fyri Bláa Kross fríggjadagin 11. mars frá klokkan 16 til klokkan 19.

Stranda skúli leigar út borð á tiltakinum, har møguleiki verður fyri at selja eitthvørt. Tit eru vælkomin at ringja nummar 222887, um tit ynskja at bíleggja borð.

 

Skráin fyri dagin:

Í høllini:

kl. 16.00: Mariann D. Poulsen bjóðar vælkomin

kl. 16.15: Silja & Co. syngja

kl. 17.00: Næmingar syngja

kl. 17.30: Alisa Hammer kunnar um Bláa Kross

kl. 17.50: Jónhild Djurhuus og Petur Hans Hansen syngja

kl. 18.00-19.00: Syngið við, hugni og prát

 

Í skúlastovu nr. 24

kl. 16.00: Rósa Danielsen hevur søgu fyri børnum undir skúlaaldur

kl. 16.30: Næmingar í 6. flokki framføra barnarímur hjá Hans Andriasi Djurhuus

kl. 17.30: Næmingar í 6. flokki framføra barnarímur hjá Hans Andriasi Djurhuus

N.B. Avmarkað pláss!

 

Ymisk søla og undirhald verður eisini runt um í skúlanum millum kl 16.00-19.00:

  • Søla av ymiskum, sum næmingarnir hava gjørt
  • Søla, har fólk hava leigað sær borð
  • Candy floss
  • Poppkorn
  • Døgurði
  • Kakur, saft, kaffe og te
  • Hoppiborg (um viðrar)
  • Sansarúm í skúlastovu nr. 22
  • Forðabreyt (forhindringsbani) í skúlastovu nr. 25
  • Spøkilsisrúm í skúlastovu nr. 23

Børn gjalda 50 kr við inngongdina og kunnu síðani royna alt, sum er at royna. Ókeypis atgongd fyri vaksin.

Blái Krossur Føroya takkar fyri hetta fantastiska tiltakið næmingar, lærarar o.o á Stranda skúla hava skipað fyri.

Tags: