Forsíða
| Lív Justinussen

Stuðulskonsert í Løkshøll

Sunnudagin 12. mai kl. 19.00 hevur Blái Krossur aftur eina spennandi stuðulskonsert í Løkshøll.

Hetta vikuskiftið er landsinnsavnanin á skránni, og, eins og í fjør, fer innkomni peningurin til verkætlanirnar “Øll hava rætt til góð barnaár” og “Liv Lívið”. Vit náða als ikki øllum børnum og ungum, ið bíða eftir hjálp, og tørva tí góðan stuðul til arbeiðið.

Aftur í ár er tað ein sera spennandi skrá við nøkrum av okkara bestu, ið koma at framføra fyri okkum hetta kvøldið:

  • Lea Kampmann
  • Edith Dahl Jacobsen
  • Jensina Olsen
  • Ólavur Højgaard
  • The Gadders
  • Victoria á Lakjuni

So góðu tit, øll somul, hetta er ein sera góður máti at stuðla arbeiðnum uppá. Tú fært eitt tónleikaligt upplivislsi, samstundis sum tú stuðlar einum sera umráðandi arbeiði, ið tørvar nógva hjálp, tí eftirspurningurin er sera stórur!

Vit gleða okkum at hoyra tey øll í Løkshøll 12.mai!

 

Kom og stuðla sera gevandi og innihaldsríkum arbeiði, og fá eitt upplivilsi við á vegnum.

 

Konsertin verður í Løkshøll 12. mai kl.19.00 og kostar 285,-

KEYP ATGONGUMERKI HER

 

-Les meira um Landinnsavnanina

Tags: