Stórt arbeiði av teimum sjálvbodnu

Umleið 270 sjálvboðin arbeiða í teimum fimm handlunum, sum Bláa Krossi hevur. Nøkur av ábyrgdarfólkunum í Blákrossbúðunum í Havn, Saltangará og Miðvági savnaðust í dag at tosa um arbeiðið.

Tað eru flest kvinnur, sum arbeiða í Blákrossbúðunum, har brúkt klæði, skógvar og annað verður selt. Í dag savnaðust nøkur av ábyrgdarfólkunum fyri hesum handlunum til ein felags fund á skrivstovuni hjá Bláa Krossi í Saltangará, har tosað varð um felags viðurskifti viðvíkjandi handlunum.
Ymiskt er hvørjar uppgávurnar eru í handlunum og hvussu nógvar tímar fólk arbeiða har. Nøkur arbeiða næstan hvønn einasta dag í handlunum, onkur ein dag um vikuna, og onnur ein dag, við nøkrum vikum ímillum. Tilsamans brúka hesi sjálvbodnu tó sera nógvar tímar í handlunum.
Við virkseminum í Blákrossbúðunum fáa fólk góð brúkt klæði bíliga til keyps, og inntøkan av søluni er eitt gott íkast til arbeiðið hjá Bláa Krossi.
Vit í Bláa Krossi eru sera takksom fyri tað sera stóra arbeiði, øll hesi sjálvbodnu leggja í Blákrossbúðirnar. Uttan alt teirra arbeiði, so hevði Blái Krossur als ikki kunna gjørt alt tað hjálpararbeiði, ið vit gera í dag. Tí skulu tey hava eina hjartans tøkk.

Brúkt klæði vælkomin
Vit eru eisini sera takksom fyri, at fólk lata góð, brúkt klæði inn í Blákrossbúðirnar. Blákrossbúðirnar taka eisini fegin móti meira klæðum.

Blákrossbúðin í Havn hevur opið:
mán – frí 10-12 og 14-17:30
Leygardag er opið frá 11-14

Blákrossbúðirnar í Saltangará og í Miðvági hava opið:
mán – frí 13-17:30
leyg 10-14

Endurnýtslur
Umframt Blákrossbúðirnar hevur Blái Krossur eisini tvær Endurnýtslur, sum selja brúktar møblar, stólar, borð og nógv annað. Hesir handlarnir eru í Runavík og Miðvági. Eisini har eru tað sjálvboðin, ið arbeiða – mest menn

 

Skrivað hevur Frants Jensen