Starvsfólkadagur hjá Bláa Krossi
Í gjár 31. mai var starvsfólkadagur fyri starvsfólkini hjá Bláa Krossi Føroya og á Blákrossheiminum.
Dagurin var hildin í Suðuroynni.
Byrjað var á Ruth Smith savninum og Sluppsavninum í Vági.
Sera hugtakandi og gott at hoyra og síggja.
Eftir døgurða fóru vit ein túr suður á Beinisvørð.
Seinna partin steðgaðu vit á við Saltsiloina á Drelnesi.
Kl. 19.00 høvdu vit eina almenna hugnaløtu á Seglloftinum á Tvøroyri, har starvsfólk greiddu frá teimum ymisku arbeiðsgreinunum hjá Bláa Krossi.
Eisini hoyrdu frágreiðing frá Nivé Heilmann úr Grønlandi, sum arbeiðir millum børn og ung fyri Bláa Kross í Grønlandi.
Vit takka suðuroyingum fyri stóran blíðskap