Staðbundnu feløgini gera eitt týðandi arbeiði
Í gjárkvøldið vóru staðbundnu blákrossfeløgini savnaði saman á Blákrossheiminum á Nesi. Tosað var um dagliga arbeiði í Bláa Krossi og framtíðarætlanir. Landsnevndin hjá Bláa Krossi var eisini við.
Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, greiddi frá arbeiðinum og gongdini á Blákrossheiminum. Frants Jensen, aðalskrivari, og Sverri Steinhólm, formaður, kunnaðu um ymiskar ætlanir hjá Bláa Krossi. Millum annað varð tosað um framtíðararbeiði hjá Bláa Krossi í Havnini. Ymisk hugskot vóru viðgjørd. Enn er tó ikki greitt, hvussu arbeiði verður í Havn í framtíðini.
Tosað var eisini um, hvussu vit sum Blái Krossur kunnu vera virknari og gera meira mun á stevnum og festivalum um summarið. Ymisk hugskot vóru frammi, og arbeitt verður meira við hesum.
Í løtuni eru fimm staðbundin blákrossfeløg. Tað eru Rituvíkar- og Tofta blákrossfelag, Glyvra blákrossfelag, Søldafjarðar- og Lamba blákrossfelag, Stranda blákrossfelag og Blákrossfelagið í Leirvík, Gøtu og Fuglafirði.
Tofta- og Rituvíkar blákrossfelag hevði veitslu sunnudagin 10. januar í missiónshúsinum á Toftum. Nógv fólk vóru við til veitsluna.
Blákrossfeløgini gera eitt týðandi arbeiði blákrosssakini at frama.