Spennandi evnisdagurin við Frid A. Hansen nærkast. Sí skrá her.

Spennandi evnisdagurin við Frid A. Hansen, sum verður í Norðurlandahúsinum 4. september, nærkast í hvørjum. Seinasta freist at melda til er hósdagin 30. august.

Evnisdagurin kallast ‘Tosa við meg, ikki um meg!‘, og viðurkendi norski sálarfrøðingurin tekur útgangsstøði í yvirskriftini: ‘Børn og ung, sum liva við rúsmistnýtslu hjá foreldrum; hvussu vit fáa eygað á tey og hjálpt teimum.’

Dagurin er serliga ætlaður fakfólkið, ið arbeiða við børnum og ungum, eitt nú sálarfrøðingum, lærarum, námsfrøðingum, sosialráðgevum, heilsufrøðingum og annars øllum við áhuga innan hetta økið. Freistin at melda seg til er sum nevnt omanfyri hósdagin 30. august ella so leingi pláss er. Tilmeldingin er bindandi og kostnaður fyri hvønn er 1250 kr.

Frid A. Hansen verður mett at vera undangongukvinna í rúsevnistrupulleikum í familju- og ættarliðshøpi. Frid hevur vunnið fleiri virðislønir fyri sítt arbeiði innan rúsevnir og børn, og í 2013 varð hon skírd riddari av 1. Flokk í Skt. Olavs ordanini fyri sítt arbeiði fyri børn og familjur við rústengdum trupulleikum.

Hon hevði væleydnaðan fyrilestur í Føroyum í fjør, og tá var fullteknað.

Tilmelding fer fram á tilmelding@blakross.fo

Skráin fyri evnisdagin sær soleiðis út: