Snakka ikki um meg, snakka heldur við meg

Norski Bláikrossur hevur byrjað eitt nýtt átak fyri at seta ljóskastaran á, hvussu vaksin eru móti teimum børnunum, ið vaksa upp í heimum, har rúsdrekka er við til at mynda gerandisdagin. Mottoið er: “Snakka ikki um meg, snakka heldur við meg”.

Sum vaksin hava vit sera lætt við at tosa yvir høvdinum á teimum børnunum, vit eru stúrin fyri. Vit tosa við kenningar, grannar og starvsfelagar. Tað, ið hesum børnunum tørvar, eru vaksin, sum seta seg niður í barnahædd, hyggja í eyguni á teimum og vísa, tey leggja í hesi børnini. Hetta og nógv annað sæst í tilfarinum hjá nýggja átakinum, jegser.no

Mottoið er: “Snakka ikki um meg, snakka heldur við meg”

Tey børnini, ið klára seg væl í lívinum, hóast manglandi umsorganarevni hjá foreldrunum, klára seg ofta væl, tí at tey vórðu sædd av onkrum vaksnum persóni í nærumhvørvinum. Tað merkir, at tað lítla, ið tú gert fyri eitt barn í nærumhvørvinum, kann gera stóran mun í lívinum og framtíðini hjá hesum barninum.

64% av vøksnum siga, at tey hava havt stúranir fyri einum barni. Av hesum hava tó bara 18% gjørt nakað, sum barnið hevur upplivað sum eina umsorganarhandling. (Tøl frá kanning hjá Bláa Krossi í Norra, várið 2014)

Sí filmin her á síðuni um átakið “Jegser.no”

Á heimasíðuni jegser.no og facebooksíðuni jegser ber til at lesa meir um átakið.

 

Skrivað hevur Frants Jensen