Smugling av rúsevnum til Føroyar er væl skipa

Smugling av rúsevnum til Føroyar er væl skipað og kemur í stórum mongdum. Hetta vísa royndir hjá Taks og løgregluni, sum ásanna at rúsevna smugling framvegis er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum.

Nakað av smuglingini, sum kemur til Føroya er gjørd í samband við donsk bandaumhvørvir. Rúsini vera smuglaði og goymd á ymsar kreativar hættar t.d. í eina dyntkraft, goymt í einum eldsløkkjara og í reservara hjólum. Tað sigur Jan Johannesen, sum arbeiðir á narkodeildini hjá løgregluni.

keyparar samskifta ofta við seljarar á Snapchat og líkandi miðlum, tí boðini vera slettaði aftaná tey eru opnaði fyrstu ferð. Hetta kann fjala spor um keyp og avtalur í samband við rúsevnir.

Birna í Hjøllum Hentze, sum arbeiður á psykoterapeutur í Dat Ung, viðmerkti at hash er kendasta rúsevnið millum ungdómin tey arbeiða við. Dat Ung, sum Blákrossheimið veitar ungum millum 15-18 ár, viðgerð og hjálp við rústrupulleikar, persónliga ella í familjuni.

Martin Kúrberg, leiðari á heiminum ‘Frælsi’ til ung millum 18-24 fyri rúsevnis trupulleikar stuðlaði uppundir hesa viðmerking og legði afturat, at hasj eisini er mest kenda rúsevnið í hansara málbólki, samt Ritalin og MDMA. Eisini vísir hann á, at tað eru stórir trupulleikar við blandingsmisbrúki í Føroyum, tí tað til tíðir er ógjørligt at fáa hendur á rúsevnum.

Hoyr samrøður við Jan Johannesen, frá narkodeildini hjá løgregluni, Jens Christian Olsen, tolleiðara á Taks, Birnu í Hjøllum Hentze, sum arbeiðir við fyribyrging hjá Bláa Krossi og Martin Kúrberg, leiðara á Frælsi á Eigi her.