Skulu foreldur keypa børnum rúsdrekka?
Góðan Morgun Føroyar hevði Sveinur Tróndarson og Katrinu í Geil á gátt at tosa um evnið.
Sveinur Tróndarson sær fyrimunir í tí, at foreldur keypa til børn síni, tá tey eru komin í ávísan aldur, meðan Katrina í Geil als ikki heldur, at tað er rætt at keypa rúsdrekka til børn síni. Hon eftirlýsir eina hugburðsbroyting, soleiðis at sleppast kann undan bólkatrýsti.
Í sendingini siga lurtarar eisini sína hugsan um evnið.
Á Facebook-síðuni hjá Góðan Morgun Føroyum hava 589 fólk stemma sína hugsan. 71% meina, at mann ikki skal keypa børnunum rúsdrekka.
Góð ráð til foreldur á nýggjari heimasíðu
“Liv Lívið” verkætlanin hevur heimasíðuna livlivid.fo fyri ungdóm, har tey kunnu veita sær góð ráð, vegleiðing og stuðul.
Nú er heimasíðan víðkað, so at foreldrini eisini kunnu vegleiðast og heintað góð ráð um ungdóm og rús, m.a. hvat gransking vísir og hvussu ein t.d. hevur samtalu við barn sítt um rúsdrekka og -evni. Vitja heimasíðuna á livlivid.fo/foreldur.
Heimasíðan er sera aktuel í dagsins kjaki, um hvussu nógv foreldur skulu “blandað seg uppí”, tá talan er um ungdóm og rúsdrekka.
Vitja heimasíðuna til foreldur: livlivid.fo/foreldur
Vitja Facebook síðuna hjá Góðan Morgun Føroyum
Hoyr Sveinur og Katrinu kjakast í Góðan Morgun Føroyar ella herundir